Zelalux - Helst Føroya best bjálvaða vindeyga

Dygdar góðska, nútíðar snið, orkusparandi. krevur lítla røkt, skjót levering. Hví gjalda meira enn neyðugt?

ZelaLUX – helst Føroya heitasta vindeyga

ZelaLUX gevur tær so nógv ljós sum gjørligt, uttan at linka um krøvini til bjálvingina.

ZelaLUX er ment við besta bjálvingartilfarinum á marknaðinum, samstundis sum man hevur havt stórt fokus á sniðgeving og ljósinnskot. Sum standard, vera ZelaLUX vindeygu veitt við 3 tettingum.

 

Snið til nútíðina og framtíðina

Tað stóra ljósinnskoti er ein fyrimunur fyri bæði trivnað og vælveru. Vindeygaskipanin verður útboðin í øllum útrákum, og sum terassuhurð.

ZelaLUX kann eisini útbjóðast sum plus-orku vindeygu; t.e. vindeyga ið gevur meira hita til bústaðin, enn tann

Ein vøkur arkitektonisk loysn

Við sínum smølu kørmum/rammum framstendur ZelaLUX altíð eins – óansæð um talan er um eitt vindeyga ið kann opnast, ella ikki.

 

Framleitt úr burðardyggum tilfari

ZelaLUX er tað nýggja ættarliðið av vindeygum ið minimera um orkunýstluna hjá húsarhaldinum alla livitíðina hjá vindeyganum, samstundis sum vindeyga er ment og framleitt eftir bestu burðardygdar meginreglum. Alt tilfarið – træ innvendiga, aluminium útvendiga við einari kjarnu av framkomnum og sera isolerandi fiburkompositti RauFipro - er framleitt útfrá einari tankagongd, har burðardygd er í hásæti, m.a við at spara í so stóran mun sum gjørligt uppá tilfeingi. Restir frá framleiðsluni og spill kann nýtast í nýggjum profilum. Líkaleiðis kunnu gomul vindeygu og hurðar eftir mong ár eftir endaða nýstlu, niðurbrótast og endurnýtast. Ein nýmótans vindeygaskipan, framleidd við umsorgan fyri umhvørvinum. 

Trygdin skal altíð vera standard

Vit í Vind trúgva uppá, at tá tað kemur til trygd er bara tað besta gott nokk. Tískil fara vit aldrin uppá kompromi tá tað kemur til trygd.

Við 3 tetningsplátum sum standard framstendur ZelaLUX sum eitt nýmótans og ein sera tøtt vindeygaskipan. Við aluminium sum eitt útvendugt skjóldur móti veðrið og vindi, og einari kjarnu av fibursterkum komposit Rau-Fipro hevur vindeygaskipanin ein facadeplan ið bæði er vakurt, sterkt, tætt og sniðgivið til danska veðrið við vindi og regnið.

Innbrotstrygd er fyri mong ein týðandi faktorur tá avgerð um vindeygu skal takast. Hetta er eisini galdandi fyri okkum hjá Vind. Tískil er ZelaLUX ment soleiðis, at verulig trygd altíð er standard.

____

Síggj snittekningar, o.a. meira tekniskt tilfar - trýst her.

Far til vind.fo